Seinast endurskoðað: 08.04.2022 Síða 2 av 4
Dátuverndarkunning
1 Innleiðsla
Sp/f Munin (“Munin”, “Hugin”, “vit”, “okkum” ella “okkara”) hevur sum dátuviðgeri skyldu til at tryggja
trúnað, rættleika og atgongd á teimum upplýsingum, vit viðgera vegna okkara kundar (dátuábyrgdarin),
undir hesum eisini persónupplýsingar. Munin tekur dátuvernd í størsta álvara og arbeiðir áhaldandi fyri
at verja persónupplýsingarnar við at raðfesta KT-trygdina og tryggja, at vit yvirhalda dátuverndarlógina.
Tá einstøku kommunurnar nýta okkara skipan til skráseting av oljutangum, viðgera vit
persónupplýsingar eftir boðum frá kommunum, ið avgera endamálið við viðgerðini og sum hevur evstu
ábyrgd av viðgerðini. Í hesum sambandi skal kommunan (dátuábyrgdarin) tryggja, at tað er gjørd ein
dátuviðgerðaravtala millum partarnar.
Vit viðgera tískil einans persónupplýsingar eftir boðum frá dátuábyrgdaranum.
2 Okkara viðgerðir
Niðanfyri er ein lýsing av, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera vegna dátuábyrgdaran, og hvat
endamálið er við viðgerðini, umframt hvør heimildin er fyri einstøku viðgerðunum.
2.1 Skráseting av oljutangum
Endamál: Tað er lógarkrav, at kommunur skráseta oljutangar.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at dátuábyrgdarin kann halda kunngerð nr.124 frá 11. sepember 2018
um at fyribyrgja dálking frá oljutangum, víst verður eisini til § 8, stk. 1, nr. 3 í dátuverndarlógini.
Tey skrásettu: Fólk, sum varða av oljutangum í kommununi, og nýta skipanina.
Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, undir hesum navn, bústaður,
telefonnummar og teldupost addressuna hjá borgarinum í búgva í kommununi.
Kelda: Allar upplýsingar verða skrásettar av tí einstaka borgaranum sjálvum.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar eftirboðum frá dátuábyrgdaranum.
Móttakarar: Dátuviðgerðin P/F Munin hevur eina hýsingaravtalu við P/F Formula. Vit hava eina
dátuviðgerðaravtalu við undirveitaran, og dátuábyrgdarin er upplýstir um hetta samstarvið.