Bátastevnan




Her verða keypstreytir á síðuni hugin.fo/batastevnan lýstar.

Á hesi síðuni verða tiltøk verða tiltøk, sum VÍF skipar fyri, umrødd. VÍF verður á hesi síðuni nevnt ‘fyriskipari’.





Allir vanligir gjaldsháttir kunnu nýtast á Hugin.fo. Allir prísir eru í donskum krónum (DKK).

Keypt atgongumerkir kunnu skrivast út, tá ið gjaldingin er farin ígjøgnum. Eisini er møguligt at fáa atgongumerkini umvegis teldupost við at tøppa eina teldupostadressu inn.





Keyp av atgongumerkjum er ikku umfatað av iðranarrætti. Víst verður til "Forbugeraftaleloven § 17 stk. 2 jf. § 9 stk. 2 nr. 2a".

Avgreiðslugjøld og onnur møgulig ómaksgjøld verða ikki endurrindaði.





Nýtsla av Hugin.fo er fyri egnari ábyrgd.

Hugin.fo er ikki fyriskipari, men er ein tekniskur veitari í samband við netsølu av atgongumerkjum

Hugin.fo kann ikki ábyrgdast, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, fyri tap, brot ella onnur mál orsakað av tiltøkum hjá kundanum ella orsakað av vantandi atgongd til tænastur hjá Hugin.fo. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá Hugin.fo ella force majeure, so sum verkfall ella lockout.

Hugin.fo kann ikki ábyrgdast, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, fyri tap, brot ella onnur mál í samband við tiltøk, heldur ikki um tey eru heilt ella lutvíst avlýst.





Øll møgulig endurgjaldskrøv fyri tiltøk skulu beinast beinleiðis til ábyrdarhavandi fyriskiparan av tiltakinum.





Øll dátuferðsla á Hugin.fo er bronglað. Hugin.fo hevur ikki atgongd til gjaldskortupplýsingar.





Fyrivarni verður tikið fyri príshækkingum. Eisini verður fyrivarni tikið, um villa er í tekstinum ella brek eru á myndini.





Kundin, sum keypir bátapláss ella pláss til húsvogning, loyvir, at havnakenningarnummarið á bátinum og nummarspjaldrið á húsvogninum verða brúkt á yvirlitskortum, sum verða víst á heimasíðuni bs.fo.





Keyparin góðtekur við at handla á Hugin.fo, at Hugin.fo hevur og goymir persónligar upplýsingar, sum eru latnar í samband við at keypa atgongumerki.

Persónligar upplýsingar so sum navn, telefonnummar, tpost-bústaður o.s.fr. verða latnar víðari til fyriskiparan av tiltakinum, sum atgongumerki er keypt til.

Tað er ábyrgdin hjá keyparanum, at Hugin.fo hevur røttu persónligu upplýsingarnar, so fyriskiparin kann veita so góða tænastu, sum gjørligt.

Hugin.fo uppfyllir allar treytir í smb. við GDPR. Hugin.fo letur ikki persónligar upplýsingar til triðja part.





Javascript skal verða virkið í kaganum fyri at kunna keypa á Hugin.fo





Navn: Vestmanna Ítróttarfelag

Tlf.: 216004

Tpostur: vif@vif.fo.

Bústaður: Hallarvegur 16

Býur/bygd: FO-350 Vestmanna

V-tal: 370789

Ábyrgdarpersónur: Jan Haldansen, tlf. 522248





Navn: Munin spf.

Tlf.: 353600

Tpostur: munin@munin.fo.

Bústaður: Dalastígur 7

Býur/bygd: FO-100 Tórshavn

V-tal: 485616





Seinast dagført: 09-10-2023





An unhandled exception has occurred. See browser dev tools for details. Reload 🗙